Language, Inclusion and Labour Markets (Seminar)

Location: Tórshavn, Faroe Islands

Date: 23 August 2017

Local organisers

  • Elisabeth Holm, The Newspeakers Network, Heriot-Watt University, Edinburgh
  • David Im, Integration Coordinator, Immigration Office, the Faroe Islands.

(On behalf of Nordic Network for Adult Learning (NVL) and Yrkisdepilin in collaboration with Útlendingastovan (the Immigration Office) in the Faroes)

Please register for the event on the following link: Registration

**** Registration deadline: 18 August  ****

Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður

(Seminar on Language, Inclusion and Labour Markets)

Innbjóðing (fo)

Flyer (en)

Skrá (fo)

Programme (en)

Í hvønn mun kann vaksnamannaútbúgving og læra viðvirka til betri inklusjón í samfelagið og á arbeiðsmarknaðinum?

Endamálið við seminarinum er at savna tilflytarar, myndugleikar, granskarar, undirvísarar, áhugapartar og aðrar ábyrgdarhavarar at kjakast um, hvussu vit skapa væleydnaða inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Høvuðsdentur verður lagdur á upplivingarnar hjá tilflytarum og avbjóðingar teirra í samband við at læra føroyskt, og hvussu tey uppliva at koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin. Millum annað verður sjóneykan sett á føroyskt sum fremmandamál, og hvønn týdning skipað vaksnamannalæra hevur, tá tað snýr seg um at ogna sær málsligar førleikar, sosiala inklusjón og at fáa starv.

Sjóneykan verður eisini sett á gransking innan høvuðsevnini: mál og ójavni, atgongd til føroyskt, avleiðingar av vantandi starvsmøguleikum, forðingar fyri starvi innan egna útbúgving og yrki, innanhýsis mannagongdir í vinnulívinum, tvørmentanarligt samskifti og á fólk sum júst hava tilognað sær eitt evropeiskt minnilutamál.

Harumframt er ætlanin við stevnuni vitanardeiling, at netverka og at skapa høvi til at tosa saman og fáa kjakast um hesi evnini tvørturum samfelagsgeirar – soleiðis at komið verður longri fram á leið við inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum

Karmar: Framløgur, borðkjak og felagskjak. Framløgurnar verða millum 15 og 30 minuttir umframt kjak

Skráseting: Tilmelding fer fram við at trýsta á hesa leinkjuna: Registration

Seinasta freist at boða frá luttøku er: 18. august.

In what ways can adult education and learning contribute to better inclusion in society and to labour market integration?

The aim of this seminar is to bring together immigrants, policymakers, researchers, educators, social partners and other stakeholders in order to discuss pathways for better inclusion in society and successful labour market integration. Main focus is on migrants’ experiences and challenges regarding language learning and labour market access in the Faroe Islands. This includes focus on Faroese as a second/foreign language and the role of coordinated adult education in relation to language learning, social inclusion and employment.

The seminar furthermore sheds light on state-of-the-art research on aspects of the following core themes that the event addresses: Language and inequality, access to Faroese, implications of underemployment, barriers to professional jobs, enterprise policy, intercultural communication and new speakers of Europe’s minoritized languages.

In addition, the seminar seeks to build networks, share knowledge and to offer space for interdisciplinary, inter-practitioner and cross-sectoral dialogue among participants on different aspects of the seminar topics with the purpose of contributing to local discussions and policymaking.

Event format: Presentations, round table discussions and plenary session. Presentations vary form 15 – 30 minutes, plus time for questions.

Please register for the event on the following link: Registration

Registration deadline: 18 August